Fleyg eftir vegnum

Løgreglan í høvuðsstaðnum fekk eina fráboðan leygarnáttina frá einum, sum býr við Sundsvegin, at viðkomandi hevði hoyrt ein bil flúgva eftir vegnum. Tann, ið boðaði frá, segði, at bilurin hevði eina øgiliga ferð.
Løgreglan fór so avstað og funnu stutt eftir bilin. Tá var hann farin út av vegnum, og við rattið sat ein maður uttan vit.
Staðfest varð, at talan var um rúsdrekkakoyring. Bilførarin varð fluttur á skaðastovuna, men hevði tó ikki fingið nakran stórvegis skaða. Hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.