Flettu eina kúgv í Tórsgøtu

Sera nógv fólk hava vitjað í Tórsgøtu í Havn í dag, har føroyskt tilfeingi, so sum slaktið hevur verið á skránni.

 

Nakrir seyðir vórðu flettir og ein kúgv, meðan fólk kundu hyggja og hoyra frágreiðing frá sláturmonnunum undir flettingini.

 

Fólk fingu høvi at royna smakkiroyndir frá kokkinum Ruben Busk. Eisini høvdu Krás og Kjøtbúðin hvør sín bás, har tey bjóðaðu smakkiroyndir av teimum vørunum, ið fyritøkurnar framleiða og selja úr føroyskum seyði.

 

MBM, Veltan, Føroya Bjór og Okkara bjóðaðu eisini smakkiroyndir, ein onnur vístu fram, so sum LM Handilin og Polaris.

 

Harumframt var hissini søla av matvørum av Trøllanesi og Húsvík, og møguleiki varð eisini at fáa kvest sínar knívar á staðnum.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja kúnna verða fletta.