Flettu á dagstovni

- Dagin eftir flettingina gjørdu børnini blóðpylsu og rullupylsu, og tey fingu blóðpylsu, livur, lunga, nýra, hjarta og seyðarhøvd til døgurða.

- Sjálvt um nógv fletting er í økinum, eru tað tó fleiri børn, sum ikki uppliva hetta. Tí er tað siðvenja at fletta og fáast við slakt saman við børnunum á dagstovninum Flatinum.

 

Tað siga tey á heimasíðuni hjá Sunda kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at í løtuni arbeiða tey á dagstovninum við høvuðsøkinum í teirra námsætlan, ”Mentan – barnið sum partur av einari mentan”. 

 

- Tankin aftan fyri er, at vit verða myndað av teirri mentan, vit liva í. Eitt av tiltøkunum, ið skal gera børnini tilvitað um ta mentan, søgu og siðir, tey liva í, er at vera við til at fletta.

 

Á heimasíðuni verður sagt, at eitt lamb soleiðis varð flett á dagstovninum í síðstu viku, meðan børnini hugdu at og sluppu at hjálpa til.

 

- Dagin eftir gjørdu tey blóðpylsu og rullupylsu, og tey fingu blóðpylsu, livur, lunga, nýra, hjarta og seyðarhøvd til døgurða. Flestu børn fingu sær og dámdu væl, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##