Føroyska heysti verður í miðdeplinum hesa vikuna í SMS, tá skipað verður fyri heystfagnaði á torginum. Torgið verður umgjørt so at tað líkist gomlum føroyskum umhvørvi við neystum og eini stórari rætt. Tiltakið er serliga ætlað børnum, hóast tey vaksnu eisini eru vælkomin.
- Her fara vit at fletta, hoyra søgur, læra at gera høft, hoyra sjaldur, og børnini sleppa eisini at tekna, eins og filmur verður vístur, sigur Lív Reginsdóttir, marknaðarsamskipari í SMS.
Okkurt nýtt verður á skránni hvønn dag hesar dagarnar, men eisini verður okkurt afturgangandi. Eitt av hesum verður flettingin. Børnini fáa høvi at síggja lamb flett av kønum flettara hvønn dag.
- Hetta er ein møguleiki at vísa børnum og vaksnum, sum ikki eru nógv á bygd, og ikki hava nógv við seyð at gera, ein náttúrligan part av okkara mentan, sigur Lív Reginsdóttir.
Heystfagnaðurin verður frá týsdegnum 14. oktober til og við fríggjadegnum 17. oktober.