Treytin fyri at kunna selja føroyskt neytakjøt i handlum og til matstovur er, at neytini eru flett á góðkendum sláturvirki.
Annað sláturvirkið í Føroyum er Krás í Hósvík, men hetta virkið hevur ikki góðkenning til at fletta neyt.
- Vit byggja út nú, so vit kunnu taka ímóti stórum kríatatúrum. Vit kunnu tá taka ímóti neytakroppum, men so skulu tey vera flett á einum góðkendum virki, sigur Alberg Gaardlykke, leiðari á Krás.
Krás sær einki endamál í at víðka góðkenningina til eisini at kunna fletta neyt, tí flestu neytini í Føroyum eru mjólkneyt. Tað er so lítið til av slaktneytum í Føroyum.
- Og útlendska neytakjøtið, sum vit fáa úr Ný Sælandi er fyrsta floks vøra, sigur Alberg Gaardlykke.