Fletta 30 um tíman

Sláturmiðstøðin í Haraldssundi hevur úr at gera í hesum døgum.

Bøndur og privatfólk í hópatali koma við lombum og seyði, sum verða flett eftir lítlari løtu.

Á miðstøðini eru teir helst eini 5-6 mans, og kemur ein kundi við 50 seyðum, tekur tað ikki tveir tímar, fyrrenn alt er flett og avgreitt.

Inni í høllini eru spøl undir loftinum, sum hjálpa monnunum at fletta seyðin bæði skjótt og væl.

Okkurt árið flettu teir upp ímóti 1700 seyðum, og spennandi verður, hvussu fer at roynast í ár. Hesa farnu vikuna, tá skúlarnir vóru í heystfríi, var rættiliga nógv at gera her.

Onkur bóndi boðaði frá 150 seyðum, meðan aðrir komu við 12-15.