Fletcher fer víðari

Fyrrverandi Manchester United-leikarin skiftir felag í Premier League.

Fyrrverandi Manchester United-miðvallarin, Darren Fletcher, hevur síðani 2015 spælt við West Bromwich, men nú gongur leiðin víðari. Hann fer tó ikki so langt, tí hann heldur fram í Premier League.


33 ára gamli Darren Fletcher hevur í dag skrivað undir við Stoke. Av tí at sáttmálin við West Bromwich var gingin út, so skiftir hann ókeypis. Sáttmálin við Stoke er galdandi fyri tvey tey næstu árini.


- Mær dámdi væl tíðirnar í West Bromwich og somuleiðis í Manchester United, men hetta er ein nýggj avbjóðing fyri meg. Eg haldi eg trívist væl við at fáa avbjóðingar, sigur Fletcher við heimasíðuna hjá Stoke.


- Hetta hendi so brádliga, men eg eri ótrúliga glaður fyri at vera her, sigur hann víðari.


Darren Fletcher er uppvaksin í Dalkeith tætt við Edinburgh í Skottlandi, men sum 11 ára gamal í 1995 skifti hann til Manchester United, har hann var í 20 ár heilt fram til í 2015, tá ið leiðin gekk til West Bromwich.