Fletcher er stjørnan

Miðvallarin Darren Fletcher, sum dagliga spælir fyri Manchester United, er helst týdningarmesti spælarin á skotska landsliðnum. 22 ára gamli spælarin, sum hevur vunnið fram millum teir bestu í Onglandi, er høgt í metum á landsliðnum.
- Hann hevur spælt framúr væl fyri landsliðið, og tað síggja vit eisini aftur í Manchester United nú. Við hvør gloyma vit, at hann bert er 22 ára gamal, sigur Walther Smith, skotskur landsliðsvenjari.
Darren Fletcher hevur longu spælt fleiri enn 20 landsdystir fyri Skotland, og hann verður sjálvandi við leygardagin.