Tað er friðarligt á havleiðunum undir Føroyum í løtuni, og tað er trongligt í føroysku havnunum. Eingi føroysk skip eru í løtuni undir Føroyum. Botnfiskaskipini og uppisjóvarskipini liggja øll bundin við kai um jólahøgtíðina.
Onkur fiskiskip eru á fjarleiðum, og tær nógvu jólaheilsurnar minna á, at nógvir føroyingar eru til skips um jólini, um tað - umframt við føroyskum og fremmandum fiskiskipum - er t. d. við farmaskipum, vaktarskipum og so nevndum supply skipunum.
Henda myndin er tikin í Klaksvík á middegi jólaaftan. Meðan tað er trongligt vestaru megin, á Stongunum og við bedingina, og Christian í Grótinum og Norðborð liggja í Norðhavnini, so er einki skip at síggja framvið Kósabrúnni.
Har er pláss fyri Sjúrðarbergi, sum kemur á Klaksvík fríggjadagin. Tveir dagar fyri jól fór hann at sigla heim. Túrurin hevur verið stuttur og góður. Teir rundaðu Klakkin 4. november, og veiðan er umleið 710 tons. Tað mesta er kruvdur og avhøvdaður toskur, veit Norðlýsið at siga, sum leggur aftrat, at manningin henda túrin telur 17, og at skipari er Ásmundur Olsen.