Flestu russar stuðla sambært Putin krígnum í Ukraina

Forseti Russlands greiðir frá støðuni í og uttan fyri Russland í røðu síni til tjóðina

Ein kvinna gongur fram við einum stórskíggja, sum vísir røðuna hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, sum tosar til fólkið í Russlandi í dag. (Photo by Olga MALTSEVA / AFP)

Ein avgjørdur meiriluti av russiska fólkinum stuðlar russisku »serliga hernaðarátakinum« í Ukraina.

Tað sigur forseti Russlands, Vladimir Putin, í røðu síni til tjóðina.

Samstundis heldur hann uppá, at Vesturheimurin roynir at gera Russland veikari innanífrá.

– Vit vilja loyva ongum at blanda seg í okkara innanhýsisviðurskifti. Vesturheimurin roynir at gera Russland veikara innanífrá, sigur Putin.

Hann heldur røðu fáar dagar eftir tvey ára dagin fyri russisku innrásina í Ukraina.

/ritzau/Reuters

 

 

Ein kvinna gongur fram við einum stórskíggja, sum vísir røðuna hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, sum tosar til fólkið í Russlandi í dag. (Photo by Olga MALTSEVA / AFP)