- Sjey partrolarapør eru til fiskiskap. Okkurt parið fiskar svartkalva á djúpum vatni. Hini fiska øll upsa.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at tvey pør koma inn at landa mánadagin, og møguliga kemur okkurt par eisini seinni í vikuni sum kemur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur.
Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði, og tað vera tey væntandi til einaferð í heyst.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski. Annar landar mánadagin, men ivasamt er, um hin landar í vikuni sum kemur. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er á landleiðini og ein á Íslandsrygginum. Trolbáturin á landleiðini kemur inn at landa mánadagin. Hann hevur eina blanding av toski og flatfiski.
- Trolbáturin, sum fiskar á Íslandsrygginum, hevur mest av toski og so nakað av blálongu, kongafiski og svartkalva. Hesin kemur inn at landa siðst í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at bara eitt garnaskip er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin. Fiskiskapurin er einki at reypa av. Eitt annað garnaskip hevur lagt fyri summarið.