Flestu partrolarapør landa í næstu viku

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski, og allir koma inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og øll skipini fiska upsa. Teir fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. 

 

Men, skipini hava smáligan fiskiskap. Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør liggja við bryggju, men tey fara væntandi út aftur í næstum.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á svartkalvaveiði. Teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Tveir liggja við bryggju.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.

 

- Tveir av trolbátunum koma inn at landa fyrst í næstu viku. Hin triði landar seinni í vikuni.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt skip fiskar havtasku, og teir hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.