Í gjár vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at flestu partrolarapør eru til fiskiskap og nøkur, sum enn liggja, fara væntandi út aftur fyrst í vikuni sum kemur.
Trý av partrolarapørunum eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú fer tíðin á gulllaksi at styttast í vertíðini hesaferð.
Í gjár vóru tveir trolbátar til fiskiskap. Teir eru norðan fyri og fáa mest at toski og hýsu. Teir landa helst miðskeiðis ella seint í næstu viku.
- Væntandi fara fleiri trolbátar á landleiðina fyrst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.
Trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt frystir fiskin umborð, og hini bæði ísa. Væntandi landar okkurt garnaskip fyrst í vikuni sum kemur.