Flestu línuskip eru farin útaftur

Streymurin verður hampiligur, og veðrið verður eisini hampiligt um vikuskiftið.

Tey flestu línuskipini eru nú farin til fiskiskap, men skipini eru nýliga farin útaftur.

 

- Vit rokna við einum ella kanska tveimum skipum mánadagin, og seinni í næstu viku koma helst eini fýra ella fimm onnur línuskip inn at landa.

 

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum royna á grynri vatni, fáa tosk og hýsu og tey, sum royna á djúpum, fáa brosmu og longu.

 

Um útlitini fyri útróðri teir næstu dagarnar, sigur marknaðurin, at streymurin verður hampiligur, eins og veðrið verður hampiligt um vikuskiftið.

 

- Seinni í næstu viku sær minni gott út við veðrinum, sigur Fiskamarknaður Føroya, sum leggur aftrat, at útróðrarbátarnir, sum royna við línu, fáa mest av toski og hýsu.