Nú fríggjadagur er, hevur Fiskamarknaður Føroya gjørt sær sínar metingar um, hvussu gongdin fer at verða í komandi viku.
- Flestu línuskip koma inn mánadagin, og møguliga kemur okkurt línuskip inn seinni í vikuni. Tað verður mest toskur, hýsa og so verður helst nakað av brosmu og longu. Eitt línuskip hevur verið á rygginum, og hann kemur at hava nakað av blálongu, lira og svartkalva.
Útlitini fyri útróðri eru einki serlig, tí nú harðnar streymurin aftur, og veðrið er eisini eitt sindur ivasamt.
- Vit vænta tí ikki nógvan útróðrarfisk í næstu viku.
Djúpvatnstrolarnir fiska allir upsa, uttan ein sum fiskar svartkalva og kongafisk. Skipini eru væntandi inni fyrst í næstu viku.
- Partrolararnir, sum eru úti, fiska allir upsa, men fiskiskapurin er vánaligur. Hesi skip koma inn, sum vikan gongur.
Fiskamarknaður Føroya leggur aftrat, at allir teir smáu trolbátarnir fiska havtasku. Nakrir verða inni mánadagin og so verður helst onkur inni seinni í vikuni.
- Trý garnaskip eru í vinnu í løtuni. Tey fiska øll havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku, sigur marknaðurin.