Flestu ísfiskalínuskip liggja í løtuni

Fýra frystiílínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, og trý hava verið á Femish Kap, harav tvey nú eru á veg heim.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum. Túrurin er nýliga byrjaður, og tí kemur skipið neyvan inn at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

- Restin av ísfiskalinuskipunum liggja við bryggju, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Fýra frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni, og trý eru á Flemish Kap.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Klakkur og Eivind eru á veg heim av Flemish Kap, og Jógvan I fiskar framvegis har yviri. Teir fiska helst nakrar dagar aftrat.

 

Fiskiskapurin á Flemish Kap hevur verið góður, men kvotan er lítil. Tí verða tað bara hesi trý frystilínuskipini, sum fiska tey umleið 1100 tonsini í ár.

 

- Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og líkt er til, at veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur í løtuni, men bátarnir fáa nakað av hvítingi.