Tey flestu ferðafólkini, ið koma til Føroya at gista, velja at verða í Suðurstreymoy.
Av teimum 75,605 gistingunum, ið vórðu í Føroyum fyrra hálvár í ár, vórðu 50,892 í Suðurstreymoy og 24,713 uttanfyri Suðurstreymoy.
Vøksturin í Suðurstreymoy var 17%. Fyrra hálvár í 2016 vórðu tað 43,354 gistingar í Suðursteymoy. Tað vil siga, at tað vórðu 7538 fleiri í ár.
Uttanfyri Suðurstreymoy er tað hinvegin ein minking farin fram. Fyrra hálvár í ár hava tað verið 24,713 gistingar, ið mun til 26,046 í fjør. Tað er ein minking á 1333 gistingar ella 5%.
Nærri útgreinaði tøl kunnu finnast á heimasíðuni hjá Hagstovuni.