Flestu covid-19 tilburðirnir eru í Sisimiut

Myndin er av Sjómansheiminum í Sisimiut.

 

 

Seinasta samdøgur eru staðfestir 11 nýggir tilburðir við covid-19 í Grønlandi. Hinvegin vóru bara fimm tilburðir í gjár, hósdagin.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur við Sermitsiaq, at tríggir nýggir tilburðir eru staðfestir í Aasiaat, men hetta eru fólk við tilknýti til onnur, sum eru staðfest smittað fyrr í hesi vikuni.

 

- Tað er vandi fyri smittuspjaðing á einum skúla og einum stovni. Tí skulu foreldur hava eyguni eftir møguligum sjúkueyðkennum hjá børnum og lata tey kanna, um nøkur tekin eru.

 

Sermitsiaq veit at siga, at seinasta samdøgur eru átta nýggir tilburðir við covid-19 staðfestir í Sisimiut.

 

- Í Sisimiut er tað serliga smittuspjaðing millum nærsambond, sum ikki eru koppsett - ella, sum bara hava fingið fyrru koppseting. Her eru eisini einstøk smittað, har vit ikki kenna smittukelduna, sigur landslæknin um nýggjastu smittutølini.

 

Í løtuni eru 76 fólk við aktivari smittu í Grønlandi. Eingin er innlagdur, og eingin er deyður við covid-19. Samlaða talið av smittaðum í landinum er 329.

 

 

 

Myndin er av Sjómansheiminum í Sisimiut.