Flestu áskoðararnir nakrantíð til eitt EM-endaspæl

1.008.660 áskoðarar vóru til dystirnar í EM-endaspælinum í manshondbólti

1.008.660 áskoðarar vóru til dystirnar í EM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi. Talan er um størsta áskoðaratal nakrantíð til eitt endaspæl í hondbólti.

 

Áskoðarametið til eitt HM-endaspæl í manshondbólti eru 902.000 áskoðarar.

 

10. januar vard eisini áskoðaramet sett til ein einstakan dyst í hondbólti. 53.000 áskoðarar sóu vertstjóðina, Týskland vinna 27-14 á Sveis í Merkur Arena í Düsseldorf, ið vanliga er ein fótbóltsleikvøllur.

 

Gamla áskoðarametið fyri ein hondbóltsdyst var 44.189 áskoðarar.

 

5.000 føroyskir áskoðarar vóru til innleiðandi dystirnar í Berlin, og 4.000 íslendskir áskoðarar vóru til innleiðandi dystirnar í München.

 

9.000 danskir áskoðarar vóru til dystirnar í millumumfarinum í Hamburg.

 

So talan var um eitt minniligt EM-endaspæl upp á nógvar mátar.