Flestir kvinnuligir leiðarar í Noregi

Noreg er tað landið í Skandinavia, sum hevur flestar kvinnuligar leiðarar.Tað vísir ein uppgerð yvir leiðslurnar í 500 teimum størstu fyritøkunum í Norðurlondunum. Tað er norska blaðið Dagens Næringsliv, sum kunnger uppgerðina.

Lógin um, at kvinnur skulu manna minst 40 prosent av nevndum, hevur sambært granskaranum Marit Hoel havt við sær, at kvinnur eisini eru komnar í leiðslurnar í stóru fyritøkunum.

Í 2008 var umboðanin hjá kvinnum í leiðslunum í stórum norskum fyritøkum 20,7 prosent. Í Svøríki var umboðanin 17,8 prosent, í Finlandi 17,2 prosent, og Danmark er við sínum 13,9 prosent aftast á listanum.