Flest smittað í Norðoyggjum

Sambært koronuhagtølunum í gjár, so eru nógv flest smittað fólk í Norðoyggjum.

56 av teimum 109, sum vóru staðfest positiv vóru í Norðoyggjum. 

21 vóru smittað í Suðurstreym, 20 í Eysturoy, 7 í Norðurstreymoy, 3 í Vágum og 2 í Sandoy

Sambært korona.fo, so var talan um 111 smittað í tølunum, sum vórðu almannakunngjørd í gjár. 

4233 kanningar vóru gjørdar, talið av smittaðum kom harvið upp á 773 smittað í Føroyum.

Koppsetingin er nú komin upp á 71,3 prosent fyri liðugtkoppsett og 75,2 prosent, sum hava fingið fyrra prikið.