Flest hálkudagar í Eysturoynni

Vetrarferðsla: Ein uppgerð sum vegadeildin hjá Lnadsverki hevur gjørt fyri seinasta vetur vísir, at 98 hálkudagar vóru í Eysturoynni ta ársins tíð.

Uppgerðin vísir, at fyrsti kavadagurin var 24. Oktober í 2004 og at seinasti kavadagurin var 18. Mai í ár. Íalt vóru 104 hálkudagar seinasta vetur, upplýsir Landsverk.
Mest av kava var í desember um jóltíðir, tá nógvir dagar vóru við liggjandi kava. Nógvur kavi var eisini mesta partin av januar mánaði.
Hetta ávirkar sum vera man eisini ferðsluna. Yvirlitið vísir nevniliga, at 95 hálkudagar vóru á Streymoynni, 72 í Norðoyggjum, 70 í Vágum, 64 í Suðuroy og 58 á Sandoynni.
Veturin 1992/93 vóru 135 hálkudagar og veturin 2002/03 63 hálkudagar.