Um hugt verður burtur frá teimum avbjóðingum, ið korona gav farna kappingarári, gekk sum heild væl at avgreiða allar kappingarnar. Tað vara bara í Old Boys +35, at eingin vinnari bleiv funning, skrivar Fótbóltssambandið.
Samanlagt vann HB flest heiðursmerki í fjør. Í 2020 vann Havnar Bóltfelag tríggjar gull, seks silvur og tríggjar bronsu.
Hinvegin, so vóru tað KÍ og Skála, ið vunnu flest gullkrónur í part – nevniliga fýra. Umframt gull í landskappingini fyri U21 og í steypakappingini fyri U17 Dreingir, vann fremsta kvinnulið hjá klaksvíkingum eisini greipuna.
Skála vann gull í 2. deild hjá monnum, FM og steypakappingina fyri U18 Gentur, og steypakappingina fyri U15 Gentur. Av teimum fýra gull hjá Skála, vorðu tvær – greipan hjá U18-gentunum – vunnin sum felagslið saman við EB/Streymi.
FM- og steypavinnarar 2020
| Føroyameistarar | Gull | Silvur | Bronsa |
| Betri Deildin menn | HB | NSÍ | KÍ |
| 1. deild menn | Víkingur | 07 Vestur | NSÍ |
| 2. deild menn | Skála | FC Suðuroy | EB/Streymur |
| 3. deild menn | ÍF | 07 Vestur | HB |
| Old Boys +45 | NSÍ | B36 | B68 |
| U21 | KÍ | 07 Vestur | NSÍ |
| U17 Dreingir | Víkingur | HB | KÍ |
| U15 Dreingir | B36 | HB | KÍ |
| U13 Dreingir | Víkingur | HB | AB |
| Betri Deildin kv. | KÍ | NSÍ | HB |
| 1. deild kvinnur | AB/B71 | 07 Vestur | HB |
| Old Girls | B36 | Skála | KÍ |
| U18 Gentur | EBS/Skála | B36 | KÍ |
| U15 Gentur | HB | Skála | Víkingur |
| U13 Gentur | FC Hoyvík | HB | NSÍ |
| Steypavinnarar | Gull | Silvur | |
| Løgmanssteypið | HB | Víkingur | |
| U21 | AB | B36 | |
| U17 Dreingir | KÍ | HB | |
| U15 Dreingir | B36 | KÍ | |
| Kvinnur | KÍ | NSÍ | |
| U18 Gentur | EBS/Skála | B36 | |
| U15 Gentur | Skála | HB | |
| Samanlagt | Gull | Silvur | Bronsa |
| 1. KÍ | 4 | 1 | 5 |
| 2. Skála | 4*1 | 2 | 0 |
| 3. HB | 3 | 6 | 3 |
| 4. B36 | 3 | 4 | 0 |
| 5. Víkingur | 3 | 1 | 1 |
| 6. AB | 2*2 | 0 | 1 |
| 7. EB/Streymur | 2*4 | 0 | 1 |
| 8. NSÍ | 1 | 3 | 3 |
| 9. B71 | 1*3 | 0 | 0 |
| 10. FC Hoyvík | 1 | 0 | 0 |
| 11. ÍF | 1 | 0 | 0 |
| 12. 07 Vestur | 0 | 4 | 0 |
| 13. FC Suðuroy | 0 | 1 | 0 |
| 14. B68 | 0 | 0 | 1 |
Frágreiðing
1 = Tvey saman við EB/Streymi
2 = Eitt saman við B71
3 = Saman við AB
4 = Saman við Skála
Vegna korona varð kappingin í Old Boys +35 ikki gjøgnumførd











