Í yvirlitinum sæst, at bæði á kommunalum vegum og landsvegum henda flestu óhappini fríggjadagar.
Men um hugt verður eftir einstøku økjunum kring landið er býtið ikki tað sama.
Í Suðuroynni henda flest óhapp mikudagar og nærum eins nógv fríggjadagar, meðan ein á Sandoynni kann staðfesta, at har henda nógv tey flestu óhappini mikudagar.
Í Vágum henda flestu óhappini mánadagar, meðan ein í Eysturoynni, Norðoyggjum og í Streymoy kann staðfesta at fríggjadagar eru flestu óhappini á teimum kommunalu vegunum.
Nevnast kann hinvegin, at einki óhapp hendi á kommunalum vegum á Sandoynni fríggjadagar, og at einki óhapp hendir á landsvegunum leygardagar á Sandoynni og hósdagar í Vágum.