Flest bilmerki og bestu fíggjarligu umstøðurnar

Berg Motors P/f hevur heili fimm ymisk bilmerk at selja føroyingum, og er harvið tann bilasølan, ið hevur størst úrval av bilmerkjum. Fyritøkan hevur sera góðar fíggjarligar umstøður, hevur onga rentuberandi skuld og  9 milljónir krónur í rakstrarpeningi á konto.

 

Berg Motors seldi í 2014 tilsamans 201 bil av teimum fimm bilmerkjunum, sum bilasølan hevur á sølulista sínum.

 

Best seljandi bilmerkið var aftur í ár Suzuki, sum stóð fyri næstan helminginum av bilasøluni ella 45 prosent av seldu bilunum – svarandi til 91 bilar.

 

Eisini Kia seldi væl í 2014, og kom sølan uppá 81 Kia bilar. 27 bilar av slagnum Renault vóru seldir og tveir nýggir Land Rover.

 

Við hesum stóð bilasølan Berg Motors fyri 12,5 prosentum av samlaðu føroysku søluni í 2014.

 

Væl fyri fíggjarliga

Hóast úrslitini hjá Berg Motors ikki liggja millum toppúrslitini, so er bilasølan sera væl fyri fíggjarliga. Bilasølan er sjálvfíggjandi, og hevur onga rentuberandi skuld, harumframt hevur felagið 9 milljónir krónur tøkar á bók og eigur harumframt eina bilagoymslu upp á góðar 17 milljónir krónur.

 

Ársúrslitið áðrenn skatt var 365.000 krónur í 2014, og er hetta á leið sama úrslit sum í 2013, tá avlopið var 451.000 krónur.

 

Tá talan er um eina av Føroya stóru bilasølum, kann felagið tó ikki vera nøgt við úrslitini seinnu árini. Eitt avlop upp á minni enn eina milljón krónur seinastu tvey árini er ikki nóg mikið, tá samanborið verður við hinar bilasølurnar við somu stødd.

 

Samlaði starvsfólkakostnaðurin hjá Berg Motors var í 2014 góðar 10 milljónir krónur, hetta er 14 prosent meir enn í 2013. Hetta gevur eina meðalløn fyri hvørt starvsfólk upp á 300.000 krónur um árið.

 

Roknskapurin vísur, at bruttovinningurin frá 2013 til 2014 hækkar við 11 prosentum, meðan lønarkostnaðurin hækkar við 14 prosentum, og ger hetta, at øll hækkingin í bruttovinninginum fer til hægri lønarkostnað, og úrslitið ikki bøtist.

 

Hava havt stór avlop fyrr

Berg Motors hevur vanliga øll tey seinastu árini ligið millum tær tríggjar best seljandi bilasølurnar, men datt niður á eitt fimtapláss í 2014, har Waag & Co., Reyni – Service, Auto Service og Wenzel allar seldu fleiri bilar enn Berg Motors.

 

Vert er tó at geva gætur, at tær tríggjar bilasølurnar Auto Service, Wenzel og Berg Motors allar selja nøkurlunda eins nógvar bilar, ávikavist 224, 213 og 201.

 

Um vit samanbera bruttovinningin hjá hesum trimum bilasølunum sæst, at meðan bæði Auto Service og Wenzel høvdu ein bruttovinning uppá 14 milljónir krónur, so lá bruttovinningurin hjá Berg Motors 2 milljónir krónur lægri á 12 milljónum krónum.

 

Lønarkostnaðurin hjá Auto Service var 9 milljónir krónur, 7 milljónir krónur hjá Wenzel, og 10 milljónir krónur hjá Berg Motors.

 

Orsøkin til munin í úrslitinum skal tí síggjast sum ein samanrenning av lægri bruttuvinning enn kappingarneytarnir, og ein hægri lønarkostnað.

 

Góðir møguleikar

Við heili fimm ymiskum bilmerkjum, lastbilasølu og bilútleigan Avis, eru góðir møguleikar hjá Berg Motors aftur at koma í topp trý millum føroysku bilasølurnar.

 

Havast skal í huga, at berg Motors hevur leverað næst besta úrslitið nakrantíð hjá einari bilasølu seinastu árini. Tað var í 2006, tá avlopið áðrenn skatt var 10,5 milljónir krónur. Hetta sama árið var avlopið hjá Reyni – Service 11,2 milljónir krónur.

 

_____________________________________________

Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg