HAGTØL
Hagstovan gjørdi í november í fjør eina kannning av føroysku arbeiðsfjøldini
Kanningin varð gjørd sum telefonkanning, og Gallup Føroyar stóð fyri henni.
1.045 fólk vórðu spurd , hvussu teirra arbeiðsmarknaðarliga støða var frá 14. til 20. november 2005.
Hetta er tann fyrsta kanningin av sínum slagi í Føroyum, og hon er gjørd eftir altjóða ásetingum, so at úrslitini beinleiðis kunnu samanberast við samsvarandi tøl fyri onnur lond.
Higartil hava vit bert havt ógvuliga avmarkaða vitan um arbeiðsfjøldina í Føroyum.
Ósvaraðir spurningar, sum ofta eru frammi, eru til dømis:
Hvussu nógv eru virkin á arbeiðsmarknaðinum?
Hvussu nógv av teimum hava arbeiði í løtuni?
Hvussu býta tey seg eftir aldri, kyni og bústaði?
Hesum spurningum hevur ikki borið til at svarað, men Hagstovan sigur seg hinvegin hava góð hagtøl fyri talið á arbeiðsleysum.
Eftir altjóða áseting verður fólkið í arbeiðsførum aldri fyrst skift sundur í arbeiðsfjøld og vinnuliga óvirkin.
Arbeiðsfjøldin verður síðani skift sundur í arbeiðsvirkin og arbeiðsleys.
Hóast øll fyrivarni um óvissur, so vísa tølini frá Hagstovuni, at parturin av fólkinum, sum hevur arbeiði, er væl størri í Føroyum enn aðrastaðni. Av hinum londunum er tað bara Ísland, sum kemur upp um 80%. Eisni sýna hagtøl, at nærum líka nógv konufólk sum mannfólk hava arbeiði.
Kanningin vísti eisini, at arbeiðsloysið í Føroyum er sera lágt sum heild. Men eins og í hinum londunum, er arbeiðsloysið væl størri millum tey, sum eru yngri enn 25 ár. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið í Føroyum hægri enn í Danmark, Írlandi og Niðurlondum.