378 ferðsluóhapp á landsvegi vórðu skrásett í fjør. Hetta er hægsta talið av ferðsluóhappum síðani 1995. Fægst ferðsluóhapp, í sama tíðarskeiði, vóru í 1997. Tá lá talið á 264 óhappum.
Hagtølini, sum eru tikin úr árbók fyri Føroyar 2001, siga eisini, at flest óhapp eru á Streymoynni. 161 av teimum 378 óhappunum vóru á Streymoynni, meðan Eysturoyggin er nummar tvey við 119 ferðsluóhappum. Fægst óhapp vóru á Sandoynni. Har vóru bert seks ferðsluóhapp í ár 2000.
Tilsamans vóru 21 fólk skadd í ferðsluni í fjør. Harav doyðu tvey. Seinastu fimm árini eru mest fólk deyð av ferðsluóhappum í 1999. Tá doyðu seks fólk. Bæði í 1995 og 1998 doyði ongin av ferðsluóhappum, og í 1996 doyði ein.
Tølini vísa eisini, at óhapp, ið eru orsakað av rúsdrekka eru eisini hægri enn seinastu fimm árini. Næstan dupult so nógv ferðsluóhapp vóru í fjør orsakað av rúsdrekka, enn árið frammanundan - 1999. Í 1999 lá talið á 11 og í fjør vóru heili 20 óhapp har rúsdrekka var blandað uppí. Fægst óhapp vegna rúsdrekka vóru í 1998; tá lá talið á átta.