- Fíggjarlógin er ikki so týdningarmikil, sum politikarar vilja gera hana til. Hon er meira eitt catwalk, har politikarar kunnu vísa seg fram, men innihaldið er øgiliga tunt. Fíggjarlógin er ikki so áhugaverd fyri ein búskaparfrøðing – har eru tað heldur politisku avgerðirnar, sum hava týdning, helt Hermann Oskarsson fyri við útvarpið hjá Kringvarpinum í kvøld.
Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, sum nú er granskari á Setrinum, heldur tað eisini vera ein roynd at fyrigykla fólki nakað, tá sagt verður, at flatskatturin skal fáa fólk at brúka meira pening ella at arbeiða meira.
- Politikarar royna at billa okkum inn, at teir kunnu ávirka okkum, men tað kunnu teir ikki. Teir eru kassameistarar og skulu fáa tingini at ganga upp. Men teir fáa okkum ikki at brúka fleiri pengar, fáa okkum at fáa fleiri børn ella at arbeiða meira um kvøldið. Tað er at lumpa fólk, tí í veruleikanum kanst tú ikki tað, sigur Hermann Oskarsson.
Hann heldur annars ikki, at hallið á fíggjarlógini er nakað, sum eigur at skapa ótta í politiska landslagnum hjá okkum.
- Tað kunnu sikkurt vera nógvar snedugar orsøkir til hallið, men eg haldi, at vit kunnu taka tað nóg so róliga. Okkara partur av heiminum stendur mest sum í stað, og tí er talan ikki um alarmerandi støðu, sigur Herman, og vísir á, at føroyska samfelagið hevur nógv størri trupulleikar at dragast við enn hall á fíggjarlógini.
- Vit hava nógvar stórar trupulleikar fyri framman, og fíggjarlógin er ein av teimum smáu. Avbjóðingin er at venda rákinum tey komandi 20 árini. Eg haldi tað stendur í byrjanini av framløguni av fíggjarlógini, at vit hava búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum. Tann, sum ikki grínur eftir tí, hann hevur fylgt illa við!
- Vit vita øll av, at vit standa við eini hóttandi fólkaminking, og at búskapurin stendur negldur í stað. So tað er váðið at fara út at fortelja fólki tað mótsatta av tí, sum tey síggja, sigur Hermann Oskarsson, sum at enda tykist skjóta eftir kollveltandi broytingunum, sum kunnu fremjast politiskt í Føroyum.
- Eg dugi ikki at síggja nakað annað land í heiminum, har politikarar hava slíka rúmd, sum teir hava í Føroyum. At stovnar verða niðurlagdir eftir einari nátt, og har stórar skattabroytingar verða gjørdar uttan breiðar semjur og yvir høvur uttan nakra fakliga grund. Tað fyrikemur mær heilt óteinkiligt nakra aðra staðni, sigur altso fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum.