Flennandi dómarin sum ringitóni

Hann hevur bara verið við í X-Factor í tvær vikur, men danir hava longu tikið framleiðaran Cutfather til sín ? og hansara sermerkta látur. Yvir 40.000 fólk hava heintað sær ringitónan við tí stórflennandi dómaranum, og harvið er ringitónin tann best umtókti hjá DR nakrantíð.

 

-Tað er ótrúliga stuttligt. Eg eri vanur við at gera hits, men eg væntaði ikki mín látur fór at verða eitt hit, sigur dómarin.

 

Um ein telefon ringir í miðal 10 ferðir um dagin, og ringitónin varðar í 15 sekund,so merkir tað, at Cutfather flennir 100.000 minuttir um døgnið.

 

-Tað er rættiliga langt úti. Tað er frálíkt. Eg vóni fólk hava tað stuttligt við mínum látri, sigur Cutfather.