- Eg haldi, at politiski myndugleikin skal taka seg saman og útskriva loyvi á Flemmish Kap sum skjótast. Várið er besta fiskitíð, og tá er dygdin á fiskinum eisini nógv betri. Árið í fjør var hitt fyrsta í 11 ár, har vinnulig toskaveiða aftur varð loyvd á Flemmish Kap. Samlaða toskakvotan var 5.500 tons, harav søguligu rættindi føroyinga á hesum leiðum tryggjaðu okkum góð 1200 tons.
Enniberg var skipið, sum fekk høvi at fiska hesa kvotu í fjør, men skipið megnaði ikki at fiska alla kvotuna, tí tað var ikki besta fiskitíð á Flemmish Kap, tá teir vóru á leiðini.
Enniberg byrjaði túrin á sumri á svartkalvaveiði í Vesturgrønlandi, og síðan fóru teir á Flemmish Kap at royna. Tá túrur var lokin, høvdu teir tilsamans 560 tons av skráskornum svartkalva og flaki úr góðum toski av Flemmish Kap. Hin størri helmingurin av veiðini var tó svartkalvi.
Sonny Johannesen, sum var skipari á hesum túri, segði, at teir høvdu havt góðan fiskiskap á Flemmish Kap tað mesta av tíðini. Soleiðis var, heilt til illveður kom á.
- Vit gjørdu eina stutta roynd eftir illveðrið, men raktu ikki við aftur og gjørdu av at sigla heim.
Skiparin segði, at rættiliga nógvur toskur var á Flemmish Kap í fjør vár, og várið er vanliga besta tíðin har yviri.
Føroysk kvotan á Flemmish Kap er tvífalt so stór í ár, sum hon var í fjør, nevniliga 2200 tons, og Sonny Johannesen heitir á Fiskimálaráðið um at lata skip fara yvir hagar at royna nú í vár, tí tað er besta fiskitíð á hesum leiðum.
- Eg haldi, at politiski myndugleikin skal taka seg saman og útskriva loyvi sum skjótast. Várið er besta fiskitíð, og tá er dygdin á fiskinum eisini nógv betri enn um heystið, sigur skiparin.