Flemming Østergaard hjálpir Toda

Sum øllum kunnugt fekk verkætlanin hjá Toda Jónsson og co. við Fremad Amgager ikki sína bestu byrjan, tá ið felagið í fjør flutti niður í triðbestu donsku deildina. Men farna tíðin hjá Toda í donskum toppfótbólti hevur vunnið honum góð tilknýti, og nú bjóðar eingin mætari enn Flemming Østergaard seg til at hjálpa - á øðrum sinni.

 

- Hetta er rætt og slætt ein vinarhjálp. Endamálið er at hjálpa Toda við at leggja eitt gott fíggjarligt gundarlag, soleiðis at hann kann reka eina gott fótbóltsfelag við góðum úrslitum. Eg fari at tosa um FCK frá tí tað byrjaði, heilt fram til í dag. Føroysku stuðlarnir skulu vita hvussu eitt sterkt fótbóltsfelag verður bygt upp, sum bæði fær úrslit sum felag og fyritøka, sigur høgt virðismetti Flemming Østergaard við BT.

 

Todi frøðist sum vera man um støðuna.

- Eg eri ógvuliga glaður fyri, at hann vil hjálpa mær. At hava hann við mær til Føroya ber boð um, at øll verkætlanin verður tikin í álvara og er lokkandi at gerast partur av, sigur Todi somuleiðis við BT.