Uttanlandsblaðstjórin á Jyllands-posten, Flemming Rose, hevur sagt seg úr starvi frá ársenda, skrivar Jyllands-Posten.
Hann hevur verið í starvi á blaðnum í 16 ár, sum tíðindafólk og blaðstjóri, men sigur sjálvur, at tíðin nú er komin at leggja á aðra leið.
- Eg vil fegin nýta meiri tíð upp á at skriva bøkur og luttaka í almenna kjakinum í Danmark og uttanlands. Vaksandi margfeldni í Evropa hevur sett frælsi undir trýst, og tað er mín fatan, at hesin spurningurin fer at seta dagsskránna í Evropa komandi ártíggjuni. Hetta er eitt týðandi kjak, ið fer at avgera framtíð Evropa, og hetta kjakið ynski eg at nýta fleiri kreftir uppá, sigur Flemming Rose við blaðið.
Flemming Rose er í útlandinum allarhelst mest kendur fyri at vera maðurin, sum av fyrstan tíð prentaði Muhammed-tekningarnar. Hann var tá mentanarblaðstjóri á blaðnum og prentaði tekningarnar saman við eini einstakari viðmerking: Andlit Muhammeds.
Øði spann í muslimar um allan heimin eftir at hetta og danskar sendistovur í fleiri londum vóru álopnar komandi dagarnar.