Flemming Raben skal venja H71

Fyri tað nógva hava menninir havt rúmligastu karmarnar í H71, men kvinnur hava tó eisini havt sítt pláss í felagnum. Seinnu árini er arbeiðið hesum viðvíkjandi vorðið alt meira miðvíst, og í fjør gjørdist felagið nummar eitt í 1. deild. Nú tykist felagið veruliga vilja seta ferð á menningina av unga liðnum. At standa fyri hesum hevur H71 fingið Flemming Raben, sum er ein av best umtóktu venjarunum í landinum. Arbeiðsuppgávur uttanlands hildu honum í fjør frá at venja nakað lið fast, men innan landsliðsarbeiðið hevur hann tó framvegis havt ein virknan leiklut. Og hann var annar av venjarunum, tá kvinnulandsliðið í vár tók lut í Challenge Trophy kappingini í Bosnia.