Vit kunnu vit tí vænta eina framúr framførslu, tá Flemming Petersen trínir á pall á G! í juli. Hann hevur ferðast víða kring heimin og búði í áravís saman við Aché-indiánunum í frumskóginum í Paraguay. Nú býr hann aftur í barndómsbygdini í Gøtu og gav beint fyri jól sína fyrstu solo-fløgu, Knúsandi løgur, út á G! Music.
Flemming er kendur sum ein sera opin, erligur og óræddur persónur, og so veit hann eitt hav av søgum frá øllum sínum upplivingum saman við bæði vinum, fíggindum og teimum, hann er góður við. Fløgan inniheldur tískil í stóran mun persónligar sangir um tey, sum Flemming hevur verið mest saman við - familjan, beiggin, konan og indiánararnir osfr. Og tónleikurin er líka sum Flemming sjálvur.
Hann ferðast djarvur víða hvar ? frá gomlum bluesi, til tralli-country, til svingandi samba, til inniligari balladur. Við sær á pall hevur Flemming fleiri av Føroya dugnaligastu tónleikarum afturat sær.