Flemming konsert í Miðla­húsinum

Tíðindaskriv

Týskvøldið 19 desember kl 20.00 spælir Flemming Petersen við bólki sínum í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Ævintýrarin og tón­leik­arin úr Syðrugtu, sum hevur búð og ferðast mill­um Aché indiánararnar í Paraguay, í mong ár, hevur givið júst givið út flögu og DVD við heitinum ”Knús­andi løgur”. Tað verður tilfar av hesi útgávu, sum Flemming og bólkurin fara at spæla. Søgufróður sum hann er, man Flemming eisini fara at fortelja um onkrar hugtakandi tilburðir sum hann hevur upplivað á lívsleiðini.
Tónleikararnir sum spæla við Flemming telja nakrar av teimum bestu vit eiga í landinum, sonur Flemming, Benjamin Peter­sen á guitar, Arnold Ludvig á bass, Brandur Jacobsen á trummur, Gunnar Guttessen á ymisk ljómborð, Regin Jacobsen á harmoniku og harafturat eru onkrir gesta­tónleikarar við til fram­førsluna.