Flemming Christensen, ÍF:
Steypakappingin: (taptu 2-4 ímóti EB/Streymi)
- Vit taptu 2-4, so eg eri ikki serliga væl nøgdur, men soleiðis er tað. EB/Streymur eru sterkir í steypakappingini, og tað kendi eg á teimum. Vit vildu gjarna vinna dystin, men eg mátti eisini taka fyrilit fyri, at vit hava spælt nógvar dystir innan stutta tíð. Nú kunnu vit so venda eyguni ímóti Effodeildini, og tað er positivt.
Landskappingin: (sjey stig eftir tríggjar dystir)
- Sjálvandi eri eg nøgdur. Sera væl nøgdur, enntá. Vit hava fingið stig á fleiri ymiskar mátar og hava verið konsentreraðir. Vit byrja við at gera eitt comeback, og tað gevur moral. Næsta dystin vinna vit klárt og í triðja dystinum eru vit klárt betri enn B36. Vit vóru yvirlegnir og burdu vunnið stórt, men megna so bara at javna í yvirtíðini. Men samaumtikið eri eg sera væl nøgdur, sigur Flemming Christensen.
Hann metir tað vera ilt at spáða um góða gongdin fer at halda fram, men hann veit, hvat tað krevur.
- Tað er ilt at siga. Liðini kenna hvønn annan væl, og vit skulu vera klárir til hvønn einasta dyst. Í steypakappingini gjørdu vit trý mistøk og tapa so 2-4. Í Føroyum spæla liðini í stóran mun uppá at revsa mistøk, vísir danin á.