Flemming Born í Ribarhúsi

Flemming Born, sum er hálvur føroyingur, lat upp framsýning við myndum sínum í Ribarhúsi í Fuglafirði í gjár. Frits Johannesen hugleiddi um gamlarar dagar, tá ið Flemming vitjaði her, og hvørjar av ímyndunum hansara síggjast aftur í listaverkunum hjá Flemming

Flemming Born, sum er hálvur føroyingur, lat upp framsýning við myndum sínum í Ribarhúsi í Fuglafirði í gjár. Frits Johannesen hugleiddi um gamlarar dagar, tá ið Flemming vitjaði her, og hvørjar av ímyndunum hansara síggjast aftur í listaverkunum hjá Flemming.

 

Tað var týðuligt, at onkur av bygdarløgunum í Oynarfirði sóust aftur og serliga hvørvisteinurin sást ofta aftur í mongu og skemtuligu myndunum.

 

Stuttligt, at hann fer so í smálutir við myndum sínum – helst hyggur hann eftir Frits, Krisionnu ella tey eftir honum. Ímyndin er í flestu førum úr Føroyum.

 

Jógvan Joensen sang og spældi upp á guitar í góðveðrinum.

 

Framsýningin er opin til 10. juni.

 

Soleliðis skeivar Frits Johannesen um skyldmannin, Flemming:

 

»Flemming er sjáldsamur og listamaður. Havi altíð verið hugtikin av hansara tekningum og málningum, grafikki og skapum í viði og steini. Hann er føddur og uppvaksin á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Mamman, Sigrid mostir, var ættað úr Ansastovu í Oyndarfirði. Pápin, Knud Born, var ættaður úr Hanstholm.

 

Flemming høgdi andlit í tveir steinar niðri við Stórá í Oyndarfirði fyri uml. 35 árum síðani. Hetta fór í gloymskuna. Ein dagin komu hesir steinar undan aftur kavi, og fólk hildu, at teir vóru frá víkingatíðini. Sjónvarpið kom upp í leikin, men Mia mostir segði, at tað var Flemming, sytirsonurin, ið hevði tilevnað hesar steinar. Ja, mangt er forborgið.

 

Hann hevur havt fleir framsýningar víða um og latið av sínum hugaheimi út á løriftið í bylgjandi blíðum strokum, skapum, litum og heildarmyndum, sum tú kanst frøast yvir. Hann er ein meistari at fáa skap at liva saman um tún, teigar, í mannakroppum, í andlitsbrøgdum og í sál og sinni.«

 

Ein frálík frálík framsýning, sum letur teg hyggjan at nærumhvørvinum við donskum eygum.