Á Flemish Kap fyri seksti árum síðan

Á tiltaki í Klaksvík leygardagin verður sjóneyka sett á stóra týdningin, sum Flemish Kap hevur havt og framvegis hevur fyri føroyska fiskivinnu.

Á einum tiltaki í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin klokkan 15 verður sjóneyka sett á stóra týdningin, sum Flemish Kap hevur havt og framvegis hevur fyri føroyska fiskivinnu. Tiltakið er ein partur av skránni fyri torradagar, sum í hesum døgum eru í Klaksvík, og heitið á tiltakinum er "Søgur av Flemish Kap".

 

Tað verður Helgi Jacobsen, rithøvundur, sum fer at hugleiða um, tá tær fyrstu føroysku fiskiroyndirnar í nýggjari tíð vórðu gjørdar á Flemish Kap. Hetta var í 1956 við Atlantsfarinum, sum Poul Hansen, reiðari í Havn, hevði leigað frá Onnu Isaksen í Klaksvík.

 

Fleiri norðoyingar vóru við henda túrin, eitt nú Osvald og Martin Sivertsen, Jógvan Isaksen, Einar Jacobsen og Óli Wolles, og skipari á Atlantsfarinum var Júst í Túni. Á tiltakinum fer Eyðun Mohr Viderø, fyrverandi løgtingslimur, at greiða frá túri, sum hann var við Beinir í 1958 við Eileri Jacobsen sum skipara.

 

Á tiltakinum fer Gunnar Nolsøe, útvarpsmaður, eisini at hava samrøðu við menn, sum hava roynt seg á Flemish Kap. Hesir eru eitt nú Jóan Petur Klein (Pison), Sámal Jákup Olsen, skipari (Klakkur, Norðingur og Jógvan S), Poul Sivar Olsen, skipari (Borðoyanes), Líggjas Johannesen (stýrimaður og skipari við skipum á Flemish Kap) og Andras Holm Arge (Pison í 1985/ Martin í Birgi skipari)

 

Aftaná verður boðið til ein kaffimunn og sjómansprát, og eisini verður høvi at fáa sær brellbita av saltfiskarætti - við fiski av Flemish Kap.