Fleksnes skal hjálpa Flindt-Bjerg

Norskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burtur úr, at nýggi venjarin hjá Odd Grenland, Ove Flindt-Bjerg, tók eitt heldur óvanligt stig í vikuni.

 

Flindt-Bjerg gav sínum spælarum ein frídag og bæð teir verða heima og hyggja eftir Fleksnes, sum er norsk skemtirøð, ið eisini var at síggja í føroyskum sjónvarpi á sinni.

 

Flindt-Bjerg segði við Aftonbladet, at lagið á spælarunum var ringt orsaka av truplu støðuni í botninum í Tippuliguni, og tí helt hann, at ein frídagur saman við Fleksnes kundi hjálpa til at venda gongdini.

 

Sunnudagin spælir Odd Grenland ímóti Rosenborg, og so fæst at síggja, um norski skemtarin hevur bøtt um avrikini hjá spælunum.