Nicolai Jensen arbeiddi sum fríyrkis flogtænari umborð á Atlantsflogi í fimm ár, millum annað undir lestrartíðini. Sambært sáttmálaásetingunum, skuldi hann vera tøkur at flúgva í átta samanhangandi vikur í senn, umframt minst at vera á flogi í hvørjum ársfjórðingi, til tess at varðveita sítt flogloyvi.
- Tað var fínasta slag, og mær dámdi rættiliga væl Atlantic sum arbeiðspláss. Eg var ógvuliga fleksibul, og tók fegin eina vakt innan stutt skoðbráð, sigur hann.
Tá ið Nicolai skuldi fara undir sína bachelorritgerð, setti hann seg tískil í samband við 'operations' at vita um Atlantsflog kundi vísa eitt sindur av góðvilja afturfyri, soleiðis, at hann kundi fáa frí til uppgávuna.
- Har var einki at gera. Eg fekk meira ella ein teldupost, har tað stóð 'takk fyri tína uppsøgn'. Sjálvandi hava tey rætt til at siga meg upp, tí tað brýtur við sáttmálan, men eg veit altso um fleiri onnur, sum fáa frávik í slíkum førum. Eg helt tað tó vera ótrúliga vánaligan stíl frá teirra síðu, tí eg hevði hóast alt arbeitt har í nærum fimm ár, og ikki verið annað enn fleksibul yvir fyri teimum, sigur hann.
Nicolai stóð sostatt í teirri støðu, at hann skuldi velja millum at halda fram í starvinum, ella gera seg lidnan við sína bachelorritgerð, og kendi seg sostatt kroystan úr starvinum móti sínum vilja.
Tey royndu fyri vanbýti
Sambært Nicolai, tykist Atlantsflog antin at koyra fólk, ella kroysta fólk í eina støðu, soleiðis at tey sjálvi siga upp, tá ið tey hava arbeitt nóg leingi til at hava dirvið at seta fram krøv.
- Tað kennist ógvuliga løgið, at fólk, sum hava arbeitt har longst verða koyrd soleiðis. Ein skuldi trúð, at tað er ein fyrimunur at hava roynd fólk í starvsfólkahópinum. Einasti mátin tað hongur saman í mínum hugaheimi, man vera, at tey royndu fólkini ikki eru eins bangin at seta fram krøv. Tey ungu og óroyndu aftra seg nevniliga við at seta treytir ella vísa ónøgd – so tykist tað einfalt hjá Atlantsflogi at skifta 'truplu' starvsfólkini út við nøkur, sum eru lættari at hava við at gera, sigur hann.
Nicolai vil vera við, at tað serliga eru fólk við basu í Danmark og tey, sum arbeiða freelance, ið eru illa vard.
- Onkur verður 'fasaður' út, meðan onnur halda status quo. Oftani tykist tað sum um tey, ið duga at tosa opertations fólki eftir munninum, ella frammanundan hava tøtt sambond við leiðsluna, fáa betri og linligari treytir, enn hini starvsfólkini. Tað ger seg serliga galdandi, tá ið ein hevur arbeitt har leingi, leggur hann afturat.
Sjálvur tordi hann ikki at muta ímóti, tá ið hann arbeiddi í Atlantsflogi, og tískil ynskir hann at traðka fram nú.
- Atlantsflog sigur seg verða tilreiðar at samráðast, men nú hava tey koyrt oddafólkini, sum eisini eru roynd fólk. Hvønn skal man tá samráðast við?, spyr hann.
- Eg havi tosað við trý onnur, sum eisini hava upplivað líknandi viðferð, og nú vil eg fegin gera vart við tað, sigur Nicolai Jensen at enda.
Vit hava roynt at fingið viðmerkingar frá stjóranum í Atlantic Airways, Jóhonnu á Bergi, til málið, men tað hevur ikki eydnast okkum.