Fleksibul barnaansing, eisini parttíð

Tíðin er komin at laga barnaansingina eftir tørvinum hjá einstøku familjuni.
Parttíðaransing má innførast.
Nú kunnu foreldur einans velja, um teirra børn verða ansað fulla tíð ella slett ikki verða ansað.
Hendan støðan av “antin/ella” er sera óheppin fyri nógvar familjur, eisini tí at gjaldið fyri ansingina er antin fult gjald ella einki.
Vit kundu byrjað við at innført møguleikan fyri ansing hálva tíð.
Hetta kundi givið stórar sparingar fyri barnafamiljurnar og eisini fyri kommunukassan.

Vit á lista A ganga inn fyri, at peningurin skal fylgja barninum, soleiðis at familjan sjálv kann ráða yvir, hvørji val verða tikin.
Karmar og bygningar til barnaansingina eru til staðar. Nú er bert eftir at menna tilboðið til foreldur og børn.