- Í løtuni eru 16 fólk í tænastuni. Men vit kundu hugsað okkum enn fleiri, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi.
Henda tænastan gongur í stuttum út uppá, at fólk sum sita einsamøll fáa vitjan við ávísum millumbilum av einum av vitjunarvinunum.
Her kunnu tey práta saman, og soleiðis kann tann einsamalli fáa og kenna ein fløva í gerandisdegnum.
- Við slíkum vitjanum fær tann vitjaði í fyrstu syftu eitt eyka innihald í gerandisdegnum. Men vitjunarvinurin fær sjálvur nakað við sær aftur, sigur Reyði Krossur.
Tað vísir seg kortini, at tørvur er á fleiri vitjunarvinum enn teimum 16 sum eru í løtuni.
Suni Vinther sigur, at fleiri fólk ynskja sær slíkar vitjunarvinir, men at tey í løtuni mangla fleiri slíkar.
Í Suðurstreymoy riggar henda skipanin væl, men sum skilst verður arbeitt við at víðka hesa tænastuna til onnur øki.
Meiri verður at frætta um tað seinni.