Tað sigur borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen vera orsøkin til, at fólk so fegin vilja byggja sær summarhús í bygdini.
Við Sandoyarportalin sigur hann, at kommunan herfyri fekk umsóknir frá 12 fólkum, sum ynsktu at byggja summarhús.
- Vit valdu so í fyrstu syftu at útstykkja seks grundøki, upplýsir borgarstjórin.
Her er bert talan um grundøki til summarhús. Enn er ikki støða tikin til, hvørt farið verður undir aðrar útstykkingar í Skálavík.
Í Skálavík búgva í løtuni 160 fólk. Tað er nøkurlunda sama tal sum í fjør og fyrraárið.
Fleiri summarhús eru bygd seinastu árini, og helst verða tey fleiri um nøkur ár. Áhugin fyri teimum er í øllum førum stórur
Mynd: sandportal.fo