Trivnaðarkanningin um arbeiðsumstøðurnar hjá føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum vísir, at eini 60% av teimum umhugsa at fara í annað starv.
Og hetta verður staðfest, hóast nógv tær flestu eru fegnar um starv sítt, og eisini meta at løn og leiðsla eru góð og at teir fáa spennandi og krevjandi avbjóðingar.
Tað løgna í hesum er, at hetta talið er munandi hægri enn hjá starvsfelagum teirra í Danmark. Har ynskja bert 39% at fara í annað starv.
Orsøkirnar til at teir ynskja at fara í annað starv eru m.a. tí at arbeiðið er ov strævið, at tað eru ov nógvar ósemjur og vegna starvsfelagar teirra.
Fleiri ynskja eisini at gevast sum sjúkrarøktarfrøðingar fyri at fáa nýggjar avbjóðingar og tí teir hava eitt ynski um at royna okkurt nýtt.