Tvey fólk frá ferðaliðnum hjá Ríkispolitinum eru farin undir at avhoyra fólk, sum vóru vitni til hendingina, tá ið tveir politistar handtóku tveir 17 ára gamlar dreingir undir Summarfestivalinum. Teir báðir politistarnir vóru meldaðir fyri at hava framt harðskap.
Peter Thaysen, løgregluovasti veit ikki, hvussu tað gongur við avhoyringunum, tí ferðaliðið arbeiðir leyst frá politinum í Føroyum.
Einasta uppgávan hjá politinum her er at skriva niður nøvn og telefonnummar hjá vitnunum og geva hesar upplýsingar víðari til ferðaliðið.
Løgregluovastin veit tó, at tað alla tíðna koma nýggj vitni afturat, og seinast, hann visti, vóru yvir 15 vitni, sum skuldu avhoyrast.
Hetta eru fólk, sum arbeiddu sum vaktir, stóðu í sølubúðunum og onnur, sum bara vóru har.
Tað eru bara komin tvey fólk frá ferðaliðnum at gera avhoyringarnar, og meta tey, at tað er ov lítið fyri at kunna gera arbeiðið liðugt innan fyri rímiliga tíð, senda tey boð eftir fleiri fólkum frá ferðaliðnum.
Peter Thaysen heldur tað vera ilt at vita, nær kanningin er liðug, men hesa vikuna verður tað ikki, sigur hann.
Um nakar hevur tikið myndir av hendingina, veit hann ikki.
randi@sosialurin.fo