Tað vóru fleiri útróðrarmenn, sum sóu dramatiska tilburðin í Nólsoyarfirði í gjár, tá ið tað var um reppið, at Carl August Arge, útróðrarmaður, var niðursigldur av skipinum hjá Sea Shepherd, Sam Simon.
Hann sigur, at Sam Simon breyt siglingarreglurnar grovliga, tí hann vildi ikki halda av. Carl August Arge sigur, at eydnaðist tað honum ikki at sláa bakk í allarevstu løtu, varð hann niðursigldur. Tá var bara ein metur –og eitt sekund, ímillum bátarnar.
Les um hendingina her: Eg eri bæði skelkaður og illur
Hann ivast ikki í, at endamálið var at provokera hann til at gera okkurt, sum tey síðani kundi brúka ímóti honum – og føroyingum annars.
Síðani hava løgreglan, og Carla August Arge sjálvur, sóknast eftir fólki, sum kanska sóu tilburðin.
Og løgreglan sigur, at fleiri útróðrarmenn hava gjørt vart við seg og hava greitt frá, at teir sóu, hvat fór fór fram.
Eisini fólk á landi hava sæð hendingina.
Løgreglan sigur, at nú fara tey at avhoyra utróðrarmenninar, og niðurstøðan av tí fer so at vísa, hvussu verður farið víðari fram.
Ein maður, sum sá hendingina, hevur eisini víst tilburðin á korti, hann hevur lagt á Facebook og soleiðis, sum hann sá støðuna.
Har sæst siglingarleiðis hjá Sam Simon og Carl August Arge sigur, at kortið lýsir støðuna væl, men at Sam Simon var nærri honum, enn kortið vísur.
- Bakkaði eg ikki í síðsta sekundið, var samanstoytur, sigur hann.










