Fleiri vitni eru avhoyrd í Aasiaat

Sambært Sermitsiaq er enn eingin undir illgruna í samband við, at ein 11 ára gomul genta varð funnin deyð í Aasiaat seinastu fríggjanátt.

 

Løgreglan hevur eftirlýst vitni, sum vóru stødd á leiðini í Aasiaat, har hin 11 ára gamla gentan varð funnin lívleys nakað eftir midnátt seinasta hóskvøld. Sermitsiaq veit at siga, at tey eru fleiri, sum hava vent sær til løgregluna.

Grønlands Politi hevur sagt, at andlátið er illgrunasamt, og tey hava eisini sagt, at tey ikki kunnu útiloka, at ein brotsgerð er framd. Løgreglan kannar málið - í fyrsta lagi tí, at tað er óvanligt, at børn í hesum aldri knappliga doyggja.

Í løtuni er eingin undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á gentuna, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Simon Andrés, við Sermitsiaq.

- Vit hava higartil fingið fleiri fráboðanir, sum vit fylgja upp í einari ávísari raðfylgju. Vit hava eisini gjørt fleiri vitnisavhoyringar, men í løtuni er eingin undir illgruna í málinum, sigur kanningarleiðarin.

Hin 11 ára gamla gentan varð seinast sædd, tá hon um 20-tíðina hóskvøldið fór heimanífrá í Aasiaat. Sambært upplýsingum hjá løgregluni skuldi hon tá heim til eina vinkonu.

Tá gentan ikki kom heim aftur til avtalaða tíð, fekk løgreglan fráboðan um hetta, og sjálvboðin fóru út at leita í býnum. Klokkan 01.23 varð hon funnin við einar trappur í býnum, og tá var hon deyð.

- Vit kanna málið gjølliga, og vit kanna fleiri møguleikar i hesum sambandi, sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Simon Andrés.

Grønlands Politi upplýsir, at enn er líkskurður ikki gjørdur, tí kriminalteknikarar og patalogur komu ikki til Aasiaat fyrr enn í dag. Hugsandi er, at løgreglan í morgin hevur eina ábending um, hví gentan doyði.