Fleiri virðislønir handaðar á aðalfundinum

Mikukvøldið hevði Felagið Blóðgevi ársaðalfund í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Á fundinum vórðu tríggir blóðgevar heiðraðir og felagið fekk nýtt búmerki

Á aðalfundinum hjá Felagnum Blóðgevi mikudagin 14. apríl vórðu virðislønir handaðar teimum, sum vunnu búðmerkjakappingina, sum tey trý blóðgevarafeløgini í Føroym høvdu skrivað út. Tríggjar virðislønir vórðu handaðar. Martin Tórgarð, timburmaður í Havn, vann kappingina og fekk 1. virðisløn, Eyðun Eliasen, arkitektur í Havn fekk 2. virðisløn, og Magnus Magnussen, arkitektur á Eiði fekk 3. virðisløn.
Tær 86 tekningarnar, sum komu inn, vórðu allar sýndar fram á fundinum.

Eisini vórðu serligar heiðursgávur handaðar trimum blóðgevum, sum hava latið blóð
75 ferðir og meira, teir vóru: Mortan Winther Poulsen í Hoyvík, sum hevði latið blóð 77 ferðir síðan 1957, Kjartan Christiansen í Havn, sum hevði latið blóð 75 ferðir síðan 1959, og Kristian Davidsen á Sandi, sum hevði latið blóð 75 ferðir síðan 1967.

Felagið Blóðgevi bleiv stovnað 23. mai 2001 við tí endamáli at útvega sjálvbodnar blóðgevar til Landssjúkrahúsið og saman við øðrum tílíkum feløgum í Føroyum at tryggja at sjúkrahúsini í Føroyum fáa nóg mikið av blóði.

Felagið skipar fyri fundum og øðrum tiltøkum til frama fyri limirnar og samstarvar við blóðbankan á Landssjúkrahúsinum.

Høvuðstreytin fyri at gerast blóðgevi, er at tú ert millum 18 og 60 ár og vigar meira enn 50 kg, og at viðkomandi er frískur.

Á teimum trimum sjúkrahúsunum í landinum eru umleið 1.600 blóðgevar skrásettir. Í Suðuroy eru umleið 200, í Klaksvík umleið 300 og á Landssjúkrahúsinum eru okkurt um 1.100. Tilsamans geva teir blóð umleið 2.000 ferðir um árið.

Marita Simonsen, formaður í Felagnum Blóðgevi, sigur at áhugaði eru vælkomin at tekna seg sum blóðgevar á hesum telefonum: Suðuroy tel. 371133, Klaksvík tel. 455463, Tórshavn tel. 311397, ella á heimasíðuni: www.gevidblod.fo