Veðurlagsbroytingarnar og teir møguleikarnir, sum tær hava við sær, hava nú fingið fleiri lond at vísa áhuga fyri at sleppa upp í Arktiska Ráðið. Eitt nú hevur tann nýggja sjóleiðin í póløkinum stóran áhuga, og lond sum Kina og Suðurkorea vilja fegin sleppa at sita við borðið í Arktiska Ráðnum sum eygleiðarar.
Tey átta londini, sum nú eru í Arktiska Ráðnum, eru sinnað at viðgera fyrispurningar frá londum, sum vilja hava eygleiðarastøðu, men tey eru eisini samd um, at tey vilja ikki hava ov nógvar eygleiðarar í ráðið.
Næsta ár fara uttanríkisráðharrarnir í Arktiska Ráðnum at hava fund í Grønlandi.










