Fleiri vilja skeinkja á ólavsøku

Loyvisnevndin hevur í seinastuni havt úr at gera við at viðgera skeinkiloyvi. Fleiri liggja framvið at sleppa at skeinkja á ólavsøku, men Loyvisnevndin roynir at halda eftir

Nú nógvu ólavsøkugestirnir skjótt fara at tysja til Havnar at halda ólavsøku, er áhugin fyri at sleppa at skeinkja øl sera stórur. Fleiri hava vent sær til Loyvisnevndina um at fáa hissiniskeinkiloyvi til ólavsøkudagarnar, og er talan bæði um innandura- og uttanduraskeinkiloyvir.

Vit hava í seinastuni sæð, at alsamt fleiri hava tikið møguleikan fyri at fáa uttanduraskeinkiloyvi til sín, og hevur hetta verið sera væl móttikið av gestunum.

Síðan rúsdrekkalógin varð liberaliserað í 2006, og loyvi hevur verið til at geva hissinisskeinkiloyvi til støk tiltøk so sum stevnur og festivalar, har einki permanent skeinkiloyvi er, hava alsamt fleiri roynt at nýtt henda møguleikan. Til hesa ólavsøkuna er einki øðrvísi. Fleiri hava vent sær til Loyvisnevndina at spyrja seg fyri, og fleiri hava eisini søkt um at fáa hissiniskeinkiloyvi.


Royna at halda eftir

Í ár verður ólavsøkan longri enn vanligt, og tískil er møguleiki fyri at sølan í ár verður sera stór. Og helst er tað júst orsakað av hesum, at áhugin fyri at skeinkja øl á ólavsøku er sera stórur. Øll vilja hava sín part av stóru peningakøkuni, og tá verða náttúrligani nógvar umsóknir um at sleppa at skeinkja.

- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar, og vit hava eisini viðgjørt nógvar umsóknir uppundir hesa ólavsøkuna. Men vanlig mannagongd er at ikki veita hissiniskeinkiloyvi á støðum, har permanent skeinkiloyvi er frammanundan. Tískil hava vit havnað 4 ella 5 umsóknum um hissiniskeinkiloyvi til hesa ólavsøkuna, og royna harvið at halda eftir við skeinkiloyvunum, sigur Birta Biskopstø, forkvinna í Loyvisnevndini.

Nógvir pengar skifta hendur á ólavsøkuni, og fleiri vilja hava part av stóru peningakøkuni. Men Loyvisnevndin hevur vanliga mannagongd tá tað kemur til at veita hissiniskeinkiloyvi, og tískil hava tey havnað fleiri av umsóknunum, sum koma inn.

- Vit royna at fyribyrgja meir ella minni tilvildarligari sølu av rúsdrekka. Tað skal gjarna ikki verða soleiðs, at tú kanst seta tær eina búð upp og selja pylsur, og harvið eisini fáa loyvi til at skeinkja øl. Har eru nógvir faktorar, ið spæla inn, tá loyvi skal verða givið til at skeinkja øl og annað rúsdrekka, so sum hvat øki talan er um, hvussu ferðslan er á staðnum og um inngirðing er. Og vit royna sum frægast at halda skil á, soleiðs at talan ikki verður um meir ella minni tilvildarliga sølu, greiðir Birta Biskopstø frá.


Fleiri skeinkiloyvi hesuferð

Tó verður vandi ikki fyri at ólavsøkan verður minni váttlig enn vanligt. Fleiri útiskeinkiloyvi eru komin afturat í Havnini, serliga í Vágsbotni, har bæði Hvonn og Café Vágsbotn nú hava útiskeinkiloyvi. Harafturat verður nógv lív í Miðbýnum, og væntandi verða nógv fleiri fólk í Miðbýnum í ár, enn vanligt.

Seinastu árini hevur ein verulig cafémentan tikið seg upp í Føroyum, og alsamt fleiri útskeinkingarloyvi eru eisini givin í Havn. Hetta er nakað, fólk veruliga hava tikið til sín, og í dag eru sera nógvar caféir og klubbar í býnum. So hóast Loyvisnevndin roynir at halda eftir, koma ólavsøkugestirnir í ár ikki at ganga tystir.